Naser Khader, Anders Samuelsen og Gitte Seeberg hava nú stovnað nýggjan politiskan flokk í Danmark. Pia Kjærsgaard og Dansk Folkeparti skulu missa sína ávirkan.
Tað er eitt av høvuðsendamálunum hjá nýggja flokkinum Ny Alliance, sum er stovnaður í dag, og sum bleiv fráboðað á tíðindafundi stutt eftir middag.
Við borðið á tíðindafundinum sótu teir tríggir stovnararnir, Naser Kader, fólkatingsmaður hjá Radikala Vinstra, Anders Samuelsen, Evropatinglimur hjá sama flokki og Gitte Seeberg, Evropatinglimur hjá Konservativa Fólkaflokkinum.
Danskir fjølmiðlar skriva, at konservativi umhvørvismálarráðharrin, Connie Hedegaard, er kanska á veg upp í tann nýggja flokkin.










