Tveir kendir menn vóru við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn, tá tað lendi um tvey-tíðina seinnapartin. Annar politikari úr Danmark og hin sangari úr USA. Tveir móttøkubólkar stóðu fyri ferðafólkunum, sum komu við Atlantsflog úr Keypmannahavn um gott tvey-tíðina seinnapartin í dag. Annar bólkurin vóru starvsfólk á Sosialinum, sum hevur boðið kenda danska innflytarapolitikaranum, Naser Khader og familu hansara til Føroya.
Khader, sum eisini er gestur í Degi & Viku í kvøld, fer millum annað at hava fyrilestur mikukvøldið 4. apríl kl. 19 í Miðlahúsinum undir yvirskriftini, »Trúgv og fólkaræði«. Kvøldið eftir fer kona hansara, Bente Dalsbæk, at halda fyrilestur undir heitinum »Millum tvær kvinnumentanir.«
Hin móttøkubólkurin tók ímóti kenda amerikanska sangaranum, Kris Kristofferson, sum hevur konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi í annaðkvøld.