Tað er ikki óhugsandi, at Ny Alliance sleppur at gera av, hvussu forsætisráðharrin skal eita aftan á valið í næsta mánað Ein spildurnýggj meiningakanning hjá Megafon vísir, at Vinstri, Konservativi og Danski Fólkaflokkurin fáa 87 umboð í Fólkatingið. Tað er ein ov lítið til at fáa meiriluta, um teir føroysku og grønlendsku tinglimirnir ikki verða taldir við.
Sosialdemokratarnir, SF, Radikali og Eindarlistin fáa sambært kanningini 80 tinglimir.
Kanningin gevur Ny Alliance átta tinglimir, og heldur tað, so verður tað Ny Alliance, sum sleppur at gera av, hvør verður forsætisráðharri aftan á valið tann 13. november.
Tann stóri vinnarin í kanningini hjá Megafon er SF, sum fær 19 tinglimir. Flokkurin hevur 11 nú. Radikali er tann stóri taparin. Flokkurin missir seks av sínum 17 umboðum.
---
Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>