Formaðurin í Ny Alliance harmast avgerðina hjá Gitte Seeberg at taka seg úr flokkinum -Vit hava javnan tosað um, hvar Ny Alliance skal standa politiskt. Tað harmar meg, at hon fer úr flokkinum, men tá tað ikki ber til at samansjóða sjónarmiðini, er tað best fyri allar partar, at tað endar so, sigur Naser Khader við danska kringvarpið.
Fyri hálvari aðru viku síðani samtykti leiðslan í Ny Alliance, at Ny Alliance skal vera ein miðflokkur, og at flokkurin skal ikki fella Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra.
Gitte Seeberg heldur, at við hesari avgerðini hevur Ny Alliance vent sær frá grundsjónarmiðinum um at avmarka ávirkanina hjá Danska Fólkaflokkinum sum mest.