Eyðun Klakstein
?????????????
Danska Ekstrablaðið gjørdi um vikuskiftið eitt sindur burtur úr føstulávintshaldinum. Blaðið fekk til stuttleikar kendar danir at lata seg í øðrvísi klæði, og síðani vórðu myndir tiknar av teimum.
Danski politikarin Naser Khader, sum hevur havt sínar greiðu meiningar um føroyskan heilsupolitikk, valdi at fara í føroysk klæði, og tað vóru ikki júst rósandi orð, hann hevði at bera føroyingum.
? Føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir. Nógvir av teimum eru sera víðgongdir, sigur hann við Ekstrablaðið, tá ið blaðið vil hava at vita, hví hann valdi tey føroysku klæðini sum grýluklæði.
Ekstrablaðið heldur, at Naser líkist einum veruligum føroyingi, tá ið alt kemur til alt.
? Nógvir føroyingar eru sera myrkir í húðini, tí muslimskir sjórænarar plagdu at fara í land í Føroyum og neyðtaka kvinnurnar, tá ið teir vóru á ránsferðum, skrivar danska blaðið.
Antin føroyingur ella brotin sigarett
Naser Khader hevur hug at draga eitt sindur í land, tá ið Sosialurin biður hann greiða frá, hví hann heldur, at føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir, sum hann verður endurgivin fyri at siga við Ekstrablaðið.
? Eg haldi, at Ekstrablaðið hevur strammað mína útsøgn eitt sindur, tí eg havi ikki hug at generaliserað allar føroyingar. Eg kenni eisini føroyingar, sum eru tolerantir og frísinnaðir, og eg havi onkrar føroyskar vinir, sigur Naser Khader.
? Men teir føroyingarnir, sum eg havi havt samband við í kjakinum um fosturtøku, brúka argument, sum líkjast teimum hjá fundamentalistiskum muslimum. Teir brúka millum annað avgjørdar og guddómligar sannleikar fyri at vísa á, at teir hava rætt.
Og valið at brúka føroyska tjóðarbúnan í í føstulávintshaldinum hjá Ekstrablaðnum, sigur hann:
? Tá ið eg eri við í slíkum, brúki eg haldi høvið at koma við einum politiskum boðskapi. Tað gjørdi eg eisini í hesum føri. Eitt annað mál, sum eg fari at arbeiða fyri í næstum, er at fáa fleiri roykfrí øki í Danmark, og tí stóð valið hesaferð millum at lata meg í sum ein brotin sigarett ella sum ein føroyingur, sigur Khader.
Bíblian burtur úr politikki
Naser Khader hevur funnist hvassliga at føroyska fosturtøkupolitikkinum. Hann heldur, at grundarlagið fyri hesum politikki verður funnin í Bíbliuni, og tað heldur hann vera skeivt.
? Politikkur og átrúnaður skulu ikki blandast saman, og eg taki mær tann rætt at finnast at, tá ið tað hendir. Um tað so er í Nigeria, Saudi Arabia ella í Føroyum kann gera tað sama, sigur danski politikarin, sum umboðar Radikala Vinstra í Fólkatinginum.
? Bæði føroyingar og danir hava spurt meg, hví eg blandi meg upp í føroysk viðurskifti, og eg kann bara svara, at eg havi ikki ringa samvitsku av gomlum kolonipolitikki, sum aðrir danskir politikarar kanska hava.
? Føroyar eru næstan eitt tabu í donskum politiki, men tað leggi eg einki í. Eg havi stríðst fyri mannarættindum í Saudi Arabia og Nigeria, og eg geri tað eisini í Føroyum.
Fráráddur at fara til Føroya
Naser Khader erføddur í Damaskus í Sýria. Hann kom til Danmarkar saman við foreldrum sínum í 1974. Síðani hevur hann búð í Danmark, hevur gingið í skúla, tikið útbúgving sum cand. polit. og hevur verið við í donskum politikki.
? Eg var ein demokratiskur analfabetur, tá ið eg kom til Danmarkar, men eg havi integrerað meg í danska samfelagið, og nú meti eg fólkaræðið verða mítt lívsprojekt, sigur hann.
Umframt at verða politikari er Naser Khader eisini íðin viðmerkjari og fyrilestrahaldari, og hann hevur altíð okkurt upp á hjartað. Í hesum døgum eisini um Føroyar.
Naser Khader hevur ongantíð verið í Føroyum, men hann sigur seg júst hava fingið nakað sum líkist eini innbjóðing.
? Onkur hevur rátt mær frá at fara til Føroya, men fái eg eina innbjóðing, so taki eg av, sigur hann.