Keyptu bedingina fyri 50.000 krónur

Tvøroyrar Kommuna hevur nú selt bedingina. Kommunan fekk bara eitt boð upp á hana. Ein møguleiki er, at skipasmiðja og beding aftur verður sett á stovn

Keyp og søla

Tvøroyri: Tvøroyrar Kommuna hevur nú loksins selt bedingina .
Tað er eitt felag undir stovning við Bergi Bærendsen og Knúti Nygaard, sum nú hevur keypt bedingina frá kommununi, sum annars hevur átt hana, síðani hon fór á húsagang fyri nøkrum árum síðani
Síðani hon fór á húsagang og kommunan yvirtók hana, er hon bara forfallin meiri og meir og fyrr í ár samtykti býráðið sostatt at lýsa hana til sølu.
Men nú frestin at lata tilboð inn var úti, hevði kommunan bara bara tað eina boðið upp á bedingina.
Og á fundi mánakvøldið samtykti býráðið at taka av tilboðnum frá Bergi Bærendsen og Knúti Nygaard uppá 50.000 krónur.
Finnleif Guttesen, borgarstjóri, ásannar, at hetta er ikki nógv. Men hann er kortini væl nøgdur við at kommunan er sloppin av við hana, tí nú eru hóast alt útlit til at fáa okkurt vinnuligt virksemi í gongd á bedingini.
? Hjá kommununi var bedingin bara ein útreiðsla, samstundis sum bygningarnir og alt økið sum tað er, eru fallin í órøkt, og hetta var einasta tilboð sum var, so tað órógvar meg als ikki at talan ikki var um tann stóra søluprísin, sigur hann.

Virksemið ígongd
Bergur Bærendsen sigur, at sjálvsagt er ætlanin at fáa okkurt virksemi ígongd aftur á bedingini.
Men nær tað verður, og hvat slag av virksemi, talan verður um, hava teir ikki gjørt sær heilt greitt enn.
?Hetta er líka nógv ein íløga í framtíðina, sum nakað annað. Men eyðvitað verður okkurt sett ígongd, tí sum økið liggur nú, er tað bara ein byrða fyri okkum, sigur hann.
Men hann sigur, at ein møguleiki er, at talan verður um at fara aftur á slóðina og at fara undir okkurt slag av skipasmiðju og bedingsarbeiði, so at virksemið sum var, kann takast uppaftur, um enn í øðrum líki.
?Tíverri er bedingsvognurin burtur, so tað verður ein stór íløga, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at talan verður neyvan um vanligt skipasmiðju? og bedingsarbeiði, tí tað er nóg mikið av tí í landinum frammanundan og at fara í beinleiðis kapping við tær skipasmiðjur sum eru, sær hann onki endamál í.
Men hann sigur, at bæði Knútur Nygaard og virkið hjá honum sjálvum, Bærendsen Teknik, fáast við ymsar tænastur til skip.
? Hevði tað borið til at funnið okkurt økið, har vit kundu farið undir okkurt slag av skipasmiðjuvirksemi, sum stuðlaði uppundir tað, vit gera frammanundan og har vit eru sterkir ? uttan beinleiðis at fara í kapping við tær skipasmiðjur sum eru, kundi tað verið ein møguleiki. Men enn er ov tíðlig at siga nakað, sigur Bergur Bærendsen.