Keypti sær klekimaskinu í jólagávu

- Kat hevur fingið eina gávu, sum hon leingi hevur ynskt sær, sigur kendi føroyingurin á bóndagarðinum í Stjernekilde, Johan í Kollafirði.

Hvar heldur Johan í Kollafirði, Johan Dalsgaard, jól í ár?

 

- Eg, Kat og Rúni eru heima á bóndagarðinum í Stjernekilde. Vit hava hildið eini vanlig jól við dunnu og brúnum eplum, og tað er Rúni, sum hevur staðið fyri køkinum. 

 

Johan í Kollafirði sigur, at jólini hava verið "stille og rolig", og vit hava verið einsamøll á bóndagarðinum við hundi, kettum og skjaldbøku. 

 

- Tað skuldi helst havt kavað, men tað hevur tað slett ikki, sigur hann.

 

Hevur Johan í Kollafirði keypt jólagávur?

 

- Eg havi keypt mær eina klekimaskinu, og Kat hevur fingið eina gávu, sum hon leingi hevur ynskt sær, sigur kendi føroyingurin á bóndagarðinum í Stjernekilde.

 

Men, hvat heldur maðurin so um jólastákanina?

 

- Eg haldi, at traditiónir eru týdningarmiklar fyri okkara tíðarrokning. Tá eg í dag beit í eina Karen Wolf jólakaku, hevdi hon akkurát tað rætta kanel-innihaldið til at trygga í túsundatal av góðum, glaðum jólaminnum.

 

Johan í Kollafirði sigur, at nú veit hann, at eitt ár er liðið síðan seinastu jólakaku, og tá var stovan, tey hava sitið í á jólum í ár, eitt sovikamar, og nýggja sovikamarið er liðugt nú, eins og nógv annað gott er hent.

 

- Eg ivist onga løtu í, at tað fer at henda nógv aftrat, áðrenn eg aftur eti eina kaku vid kanel, sigur Johan í Kollafirði úr Stjernekilde.