Keypti í kapping við almenna fyritøku

Høgni Mikkelsen hevur ilt við at góðtaka, at Húslánsgrunnurin kappbjóðar við privatar og soleiðis pressar prísirnar uppeftir.

Høgni Mikkelsen hevur keypt eina trøð á Boðaneshamri fyri 3,1 millión krónur. Hann ætlar at byggja randarhús og vanlig sethús á trøðna.

Høgni Mikkelsen er tó sera misnøgdur við, at hann kom at liggja í harðari kapping við Húslánsgrunnin um at fáa trøðna.

- Húsini á Boðaneshamri verða dýrari, enn tey eg í løtuni smíði uppi á Løgmansbreyt og ein av orsøkunum til hetta er, at trøðin gjørdist so dýr, sigur Høgni Mikkelsen.


Almenn fyritøka

- Og ein av orsøkunum til, at hon gjørdist so dýr er, at ein almennur grunnur ella fyritøka, Húslánsgrunnurin, kappbjóðaði, sigur Høgni Mikkelsen.

Høgni Mikkelsen hevur ilt við at góðtaka, at tað almenna soleiðis pressar prísirnar uppeftir.

- Fyrr skyldaðu fólk ofta uppá, at tað vóru bankarnir, ið pressaðu prísirnar upp, men nú er tað so tað almenna, sum pressar prísirnar uppeftir, sigur Høgni Mikkelsen misnøgdur.

Hann er tó ikki bangin fyri, at hann ikki sleppur av við húsini, ið hann ætlar at byggja á Boðaneshamri, tí økið liggur væl fyri og útsýnið er gott.

- Longu nú hava eisini fleiri víst ætlaðu byggingini áhuga, sigur Høgni Mikkelsen.

Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Húsalánsgrunninum, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vónandi eydnast tað til næsta blað.