Fíggjarkreppan byrjar av álvara at ræða fólk. Í dag eydnaðist tað hjá eini 30 ára gamlari kvinnu í Amerika at keypa eini hús fyri einans $1,75 Húsini vóru sett til sølu á net uppboðssøluni eBay fyri einans 1 cent. Allarhelst var ætlanin at fólk skuldu bjóða, so húsini vóru seld fyri ein rímiligan prís.
Ikki gekk eftir vild hjá seljaranum, tá einans átta fólk bjóðaðu uppá húsini. Síðsti bjóðarin var 30 ára gamla Joanne Smith.
Hon sigur seg ongar ætlanir um at flyta til Staginaw, har húsini liggja, skrivar New York Daily News. Ætlanin er at royna at selja tey. Ikki kann gangast nógv verri enn hjá fyrrverandi eigaranum.
Húsini eru tó ikki í góðum standi. Og longu í mars skulu 850 dollarar gjaldast í skatti. Men óansæð má ásannast at hon hevur gjørt ein góðan handil.