Tað er ein stórur trupulleiki, at børn brúka pengar á internetinum – uttan at vita av tí.
Tað sigur Rannvá Ragnadóttir, brúkaraumboð.
Sosialurin skrivar nú um vikuskiftið, hvussu foreldur hava fingið ein kvøkk, tá ið tey brádliga varnast, at nógvur peningur er fluttur av gjaldskortinum, uttan at tey vita av tí.
Eitt dømi eru um eitt barn, sum hevði keypt fyri yvir 13.000 krónur, uttan at vita av tí.
Talan er ofta um túsundtals krónur og ein forkláring er, at børnini heinta spøl og appir niður av netinum, uttan at hugsa um, at tað kostar.
Tað kann eisini verða ein dýr søga at spæla FIFA 2014, tí har kunnu skjótt túsundtals krónur rúka av gjaldskortinum.
Ein trupulleiki er, at eru upplýsingarnir á kortinum fyrst tøppaðir einaferð, verða upplýsingarnir goymdir so verða pengar drignir av kortinum sjálvvirkandi.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið er nógv at lesa um hetta fyribrigdi.
Men trýst á pílin undir myndini og hoyr Rannvá Ragnardóttir, brúkaraumboð greiða frá, og geva góð ráð um, hvussu ein sleppur undan vandanum at missa pengar, uttan at vita av tí.
Lesi fleiri góð ráð frá brúkaraumboðnum um hetta fyribrigdi við at TRÝSTA HER
|