Keypt útróðrarbát úr Kanada

Miðvingar fara í vár at rógva út við stórum glastrevjabáti, sum keyptur er úr Kanada. Bara skrokkurin er komin úr Kanada. Øll útgerðin er sett í bátin í Føroyum

Útróður

Miðvági:
Glastrevjabáturin Bøsdalafossur úr Miðvági er komin úr Kanada, haðani hann er keyptur brúktur. Báturin er bíligari enn líknandi bátar, sum fáast á okkara leiðum. Báturin er seks ára gamal. Væntandi fara tveir mans at rógva út við Bøsdalafossi.
Bøsdalafossur er 42 føtur langur og fýra metrar breiður. Hann hevur stóra maskinu. 220 hk, sum gera, at hann undir vanligari sigling gongur 17 míl.
Tað er Sonfinnur Ellefsen, skipari í Miðvági, sum hevur keypt bátin úr Kanada. Sonfinnur er skipari á kanadiskum rækjuskipi og kennir haðani hesar bátarnar, kanadiarar brúka til útróður.
Hesir bátarnir av tí slagnum, sum Bøsdalafossur er, verða í Kanada vanliga nýttir til at trola eftir rækjum við, eins og teir eisini verða nógv nýttir til hummaraveiðu við rúsum.
Teir eru væl innrættaðir við stórum, rúmligum dekki, og umstøðurnar annars hjá manningini eru góðar.
Bátarnir bera orð fyri at roynast væl. Teir eru langir og lágir, og liggja tí væl í sjónum.
Bøsdalafossur hevur fingið sjey nýggjar snellur ísettar í Miðvági. Tær eru frá Oilwind. Fyribils verður hann bara útgjørdur til snellufiskiskap. Annars er øll tann nautiska útgerðin sett í bátin í Føroyum.
Nú Bøsdalafossur er klárur til fiskiskap, stendur hann eigaranum í knøppum 800.000,- krónum.
Bøsdalafossur kemur í flotan fyri dekksbátin Marnu, sum verður løgd. Veiði- og fiskiloyvi verða flutt yvir til Bøsdalafoss.