Eitt nýtt skip fer í næstum at verða skrásett tí føroyska flotanum. Tað loysir útróðrarbátin Hvíthamar av í skrásetingini, og fer eisini at eita Hvíthamar.
S/Pf. SBJ, sum teir tríggir børðurini Steyni, Bjarni og Jákup Andrias Andreasen við Norðskála eiga, hevur keypt skip úr Írlandi.
Talan er um trolbát, sum er merktur 93 BT í írsku skkrásetingini, greiðir Steyni Andreasen frá. Skipið er 21 metrar langt og góðan hálvansjeynda metur breitt. Tó metir hann, at tá skipið er uppmált og merkt av nýggjum av føroyska skipaeftirlitinum, verður tonsatalið heldur minni. Eini 60-70 BT, heldur hann.
Skipið, sum eitur Juliet M, er keypt úr Galway á írsku vesturstrondini. Tað er bygt í 1980 og hevur 450 HK Cummins maskinu frá 1997-98, sum gav tí eina ferð upp á níggju míl á ferðini úr Írlandi til Føroya.
Skipið hevur kahyt har afturi við átta koyggjum. Har er rúmligt, láta eigararnir at. Á dekkinum er messa.
Steyni Andreasen sigur, at keypsprísurin var 45.000 evrur, sum er góðar 330.000,- danskar krónur.
Men tað skal gerast nakað væl við skipið, áðrenn tað er klárt at fara til fiskiskap, sigur hann.
Ætlanin er at rógva út við línu, men ikki at fáa sær egningarmaskinu umborð. Egnt verður upp í stampar, og tá hevði verið gott við skúrum. Men um teir verða gjørdir beinanveg, er ivasamt, sigur Steyni Andreasen.
Innflutnignsloyvið er galdandi til einaferð í vár, og til ta tíð meta eigararnir, at skipið verður klárt at fara til fiskiskap. Tá skal tað vera sýnað av nýggjum og riggað til.
Meðan skipið verður gjørt klárt, fer tað at hava gamla navnið, Juliet M. Men tá farið verður til fiskiskap, verður Hvíthamar, sum teir nú eiga, lagdur, og Juliet M fer tá at eita Hvíthamar, sigur Steyni Andreasen.
Hann sigur, at Juliet M upprunaliga var trolari, men hevur seinnu árini verið brúkt til gággufiskiskap.