Hanus Hansen hevur keypt eitt frystiskip saman við niðurlendingum. Skipið, er 95 metrar langt og 15 metrar breitt, eitur Dirk Dirk. Tað er smíðað í 1984.
Hanus Hansen sigur við Vágaportalin, at skipið kemur undir føroyskt flagg um einar fjúrtan dagar. Hann vil ikki upplýsa prísin, men sigur, at talan er um eitt bíligt skip.
Gamli Næraberg varð fyri stuttum seldur einum felagi í Peru.