Keypmannahavn verður tað fyrra stigið

Á fundi við forsetarnar í USA og Kina hevur danski forsætisráðharrin fingið undirtøku fyri, at arbeiðið fyri einari bindandi veðurlagsavtalu skal takast í tveimum stigum, og at tað fyrra skal takast á ráðstevnuni í Keypmannahavn í desember.

Lars Løkke Rasmussen hevur hitt Barack Obama og Hu Jintao í Singapore, har leiðararnir úr 21 londum við Kyrrahavið halda fund í hesum døgum. Sambært einum amerikonskum embætismanni ásannaðu teir tríggir, at stundir eru ikki til at semjast um eina løgfrøðiliga bindandi avtalu í Keypmannahavn, men at avtalan skal takast í tveimum stigum. Sostatt verður ráðstevnan í Keypmannahavn tað fyrra stigið.

TV2 sigur, at 192 lond hava fingið innbjóðing at senda umboð til Keypmannahavnar, og higartil hava 40 sagt ja takk.