Hagtøl hjá Keypmannahavnar kommunu vísa, at fjórða árið á rað eru tað fleiri, sum flyta úr kommununi enn til kommununa. Tølini vísa eisini, at tað er serliga fólk í aldrinum 25-39 ár, sum flyta úr kommununi. Frá apríl til juli í ár fluttu næstan 2300 fólk í hesum aldursbólkinum úr kommununi. Tað ger, at nú búgva 500.548 fólk í sjálvari høvuðsstaðarkommununi.
Kommunupolitikarar og onnur vita væl, hví so er: Tað er alt ov dýrt at búseta seg í Keypmannahavn, og tí velja fólk heldur at búseta seg longur vesturi á Sælandi, haðani tey so koyra til Keypmannahavnar at arbeiða. Kanningar hava víst, at danir hava einki ímóti at koyra umleið ein tíma til arbeiðis.
Fyritøkur og sakførarar, sum fáast við at selja hús og íbúðir, siga, at húsa- og íbúðarprísurin í Keypmannahavn er alt ov høgur, og at fólk tí heldur keypa sær eini hús longur vesturi á Sælandi, har prísurin fyri hús í somu stødd ofta fer niður um helvtina av prísinum í høvuðsstaðnum.










