Keypmannahavn: 55 skottilburðir í ár

Tað er munandi fleiri enn tað var alt 2016

Bandakríggið, ið seinastu mánaðirnar hevur herjað Keypammanhavn, harav Nørrebro og Nordvest eru rakt av tí, sæst nú aftur í hagtølunum fyri skottilburðir í danska høvuðsstaðnum.


Tað er Danmark Radio, ið hevur fingið innlit í hagtølini frá Ríkisløgregluni.


Sambært hagtølunum, so hava tað verið 55 skottilburðir í høvuðsstaðnum higartil í ár. Hóast einans átta mánaðir eru farnir av 2017, so er tað kortini 14 skottilburðir fleiri enn í 2016, tá 41 skottilburðir blivu skrásettir.


Munurin er uppaftur størri tá hugt verður eftir hagtølunum fyri 2014 og 2015, tá tað vóru ávikavist 17 og 16 skrásettir skottilburðir.


Stríðið millum motorsúkklubandan Loyal to Familia og bandar, ið halda til í Nordvest og Nørrebro, eru høvuðsorsøkin til høga talið av skottilburðum. Síðan 12. juni hevur løgreglan skrásett 26 skottilburðir í Keypmannahavn, ið hava tilknýti til bandarnar.