JÁKUP SUNI LAURITSEN
Ungdómsfelagið Libanon í Sørvági er eitt sera virkið felag. Hvørt fríggjakvøld verður skipa fyri tiltøkum fyri ungdómin í Vágum.
Komandi fríggjadag verður skipa fyri einum serligum tiltaki fyri vágafólki og gestum av fastlandinum.
Magni signerar nýggja fløgu
Magni Christiasen sum er kendur um alt landið, fer við sínum góða country sangi at syngja og signera nýggju fløgu sína. Eisini verður høvi at keypa fløgur og bøkur.
Dansur og drama
Tað hevur verið alt meira vanligt, at síggja tey ungu framføra ymiskar dansir og drama á møtitiltøkum í Føroyum seinastu árini.
Tey ungu børnini vísa eitt serligt dirvi og hegni við at framføra smáar søgur og leikir við andaligum innihaldi. Tey lata boðskapin tala gjøgnum rørslur og teirra vakra kropsmál.
Tiltakið byjar kl.19.00 og høvi, verður at støkka inn á gólvið, alt kvøldi tá ein hevur tíð og møguleiga.
Góðar umstøður
Umstøðurnar at skipa fyri tílíkum tiltøkum er góðar í Missiónshúsinum í Sørvági, sigur Tórgunn Hjørleifsdóttur ungdómsleiðari.
Tá nú partafelagið Vágatunnilin hevur gjørt av, at lata bilarnar koyra ókeypis um Vestmannasund hetta kvøldið, er gott høvi at skipa fyri hesum tiltakinum. So kunnu gestir eisini koma til Sørvágs til eina hugna løtu.
Einki cafe kvøld uttan kaffi og okkurt til ábits. Aftur hesaferð fara kvinnurnar at dekka borð við nýbakaðum vaflum og drekka.