Ókeypis Sjómannadagur

Annað árið á rað verður ksipað fyri serstøkum Sjómannadegi í stóra fiskivinnubýi okkara.
Hesa seinastu tíðina hava fyrireikararnir lagt stóra orku í at fáa eina so fjølbroytta skrá til vega sum yvirhøvur gjørligt.

Tað er líkt til at klaksvíkingar ikki eru bangnir fyri at skipa fyri stórum tiltøkum. Er tað nakað sum hevur sermerkt Klaksvík í ár eru tað tey stóru tiltøkini sum her hava verið - umfatandi skráin, tá Norðoyatunnilin lat upp, Norðoyastevnan, Summarfestivalurin og nú Sjómannadagurin.
Skráin fyri sjómannadagin er bæði serstøk og spennandi, og hevur nakað av bjóða øllum teim  vitjandi, sum fara at vitja í Klaksvík hesar komandi dagarnar.
Tað sum kanska er mest serstakt  við skránni er, at so at siga øll tiltøkini eru ókeypis. Við hesum vilja fyrireikararnir siga og vísa, at eingin skal halda seg aftur at koma við til stóra tiltakið av peningaligum orsøkum.
Teir hava eisini gjørt vart við seg kring alt landið. Í gjár varð nevniliga ein serstøk útgáva av Norðlýsinum borin út í hvørt hús í landinum. Nú nýtist ongum at siga, at viðkomandi ikki veit hvat verður á skránni í Klaksvík um vikuskiftið.
Í hesi serútgávuni siga fyrireikararnir soleiðis:
- Vit halda, at føroyingar í minsta lagi einaferð um árið eiga at seta okkara sjóvinnufólk, sjóvinnu og okkara størstu útflutningsvøru í hásætið. Tí eigur ein sjómannadagur sum hesin at seta sær stór mál.
- Føroyar eru eitt lítið land, ið liggur mitt úti í Norðuratlantshavinum. Júst eins og okkara grannatjóðir, so hava vit livað av tí sum havið hevur givið og hava vit altíð sett okkara álit á fiskivinnuna. Men skulu vit verða við í hesari kapping, so er umráðandi ikki at smæðast burtur á tí altjóða pallinum, men alla tíðina seta sær stór mál. Og hví skulu vit ikki tað?, siga fyrireikararnir í vælkomu síni til tiltakið.
Fyrstu tiltøkini í ársins sjómannahaldi byrjaðu longu í gjárkvøldið. Hildið verður fram í kvøld, men leygardagin eru flestu tiltøkini á skránni.