Ókeypis plantupakkar til fólk í Kunoy

Í ár verða latnir plantupakkar við fýra sløgum av plantum í hvørjum pakka.

- So er aftur tíð at gróðurseta trø og runnar. Í ár verða latnir plantupakkar við fýra sløgum av plantum í hvørjum pakka.

 

Tað vita tey í Kunoyar kommunu at siga. Lagt verður aftrat, at plantupakkarnir verða latnir kommununi nú um miðjan mai, og teir verða so latnir borgarunum í kommununi ókeypis.

 

Bygdirnar í Kunoyar kommunu eru Kunoy og Haraldsund, og borgarstjóri í kommununi er Meiken Sólheyg Michaelsen.