Nú seinsummardagur verður hildin á Sandi í dag, verður lagt fyri klokkan 10 í morgun við ókeypis morgunmati til øll, sum koma.
Tá Sands kommuna við millumbilum bjóðar morgunmat, plagar nógv fólk at savnast. Hetta er altíð ein hugnaligur morgun, har bæði børn, foreldur, ommur og abbar plaga at vera við. Felags morgunmaturin er soleiðis ein góð byrjan upp á dagin.
Samstundis, sum ókeypis morgunmaturin byrjar klokkan 10 og varar til middags, lata eisini ókeypis hoppiborgir upp, og hesar fara eisini at hava opið seinnapartin. Klokkan 13 í dag verður skjótikapping Úti í Støð, og klokkan 14 lata Listasavnið og Bygdarsavnið í Koytu upp og verða opin til klokkan 16.
Á skránni fyri Seinsummardagin á Sandi verða eisini ókeypis smakkiroyndir og søla av mati og drykkjuvørum.
Seinnapartin í dag - frá klokkan 15-17 - verður ókeypis barnatiltak í tjaldinum. Hetta er tiltakið “Ævintýraferðin”, og tað verða Búi Egason Dam og Dánjal á Neystabø, sum fara at skipa fyri.
Men, hetta er ikki alt, sum fer fram á Sandi seinsummardagin í dag. Á skránni verður eisini nógvur tónleikur - og einki minni enn ein stór ókeypis konsert við fleiri góðum og kendum tónleikanøvnum.
Konsertin verður í tjaldinum á Ljósafløtti, og tað verður eingin minni enn Signar í Homrum, sum fer at leggja fyri klokkan 19. Klokkan 21.45 fara Tinganest á pallin, og sambært skránni verður ókeypis konsertin liðug klokkan 22.30.
Tá stóra konsertin er liðug, verður felagssangur og midnáttarrøða í tjaldinum, og her verður hildið á í umleið hálvan annan tíma.
Seinsummarkvøldið á Sandi endar við dansi í ungmannafelagshúsinum Virkinum, og her verður ikki hemlað í fyrr enn umleið klokkan 04 sunnumorgunin. Tað verður Ólavur á Váli Band, sum fara at spæla.