Ókeypis mjólk til øll skúlabørn

Longu frá 1. januar fáa øll føroysk skúlabørn ókeypis mjólk og frukt í skúlanum. Peningur er settur av á fíggjarlógini til skipanina.

Sum kunnugt hava fleiri skúlar longu eina mjólkaskipan, sum foreldrini sjálvi gjalda.  Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, metir tó skipanina hava so stóran týdning, at hon skal gerast ókeypis á øllum skúlum í Føroyum - samstundis sum hon eisini skal umfata eitt fruktískoyti.
Ókeypis mjóka- og fruktskipanin er liður í nýggju fólkaheilsuætlanini, sum má sigast at raðfesta børnini høgt. Í løtuni situr nevniliga eisini ein arbeiðsbólkur og orðar lesiætlanina til nýggju lærugreinina Heilsukunnleiki, sum ætlandi skal byrja í fólkaskúlanum komandi skúlaár. 
Dagføra matvørulógina.
Samstundis leggur Fólkaheilsuætlanin upp til at endurskoða og dagføra matvørulógina. Hans Pauli Strøm ásannar, at verandi matvørulóg als ikki virkar eftir ætlan, tí hon setur alt ov fá og óneyv krøv til upplýsingar um tær ymsu matvørurnar. Hans Pauli dugir ikki at siga, hvussu langa tíð ein slík dagføring fer at taka, men leggur dent á, at málið í øllum førum er at fáa veruligar vørulýsingar við orkubýti og tilsetingarevnum á allar vanliga matvørur ? eisini tær føroysku.