Á nýggjárinum fellur gjaldið fyri at koyra við Bussleiðini í Tórshavnar kommunu burtur. Tá kann koyrast ókeypis allastaðni.
Tey, sum eftir nýggjár fara at brúka Bussleiðina í Tórshavnar kommunu, sleppa at ferðast ókeypis við teimum reyðu bussunum. Býráðið hevur gjørt av, sum eina roynd, at lata allan ferðafólkaflutning vera ókeypis. Hetta fyri at fáa fleiri fólk at brúka ta kollektivu ferðsluna heldur enn bil. Av tí, at eingir ferðaseðlar skulu avgreiðast, verður roknað við, at bíðitíðirnar við steðgiplássini styttast, og ferðslan soleiðis verður regluligari. Treytirnar annars fyri at ferðast við bussunum verða tær somu sum higartil.