Ókeypis konsert í Reinsarínum á Altjóða Sálarheilsudegnum

Komandi fríggjadag skipar Sinnisbati í samband við Altjóða Sálarheilsudagin fyri ókeypis konsert í Reinsarínum við millum annað Kára P, Tinganest, Lenu & Niclas og Boys in a Band. Konsertin kallast Mind the Music

Fríggjadagin 10. oktober er Altjóða Sálarheilsudagur, og eins og aðrastaðni kring heimin verður eisini her í Føroyum skipað fyri tiltøkum, sum á ymiskan hátt skulu slóða fyri størri opinleika og kunnleika um sálarheilsu.

Í ár er heitið á Sálarheilsu­degnum “Nem Sálina”, og hendan dagin verður ein røð av tiltøkum ymsastaðni í Tórsgøtu, ið eru viðkomandi fyri heitið.

Tónleikur er eitt av evnunum, sum nema sálina, og í samstarvi við fleiri av okkara best viður­kendu tónleikarum verður endabrakið á Sálar­heilsu­degnum ein fjølbroytt konsert til frama fyri størri tolsemi og opinleika í samfelagnum, nevniliga Mind the Music, ið Sinnisbati stendur aftanfyri.

Bólkarnir, ið framføra, eru: sangskrivararnir Líggjas & Flóvin, ið vit kenna best úr bólkinum Deja Vu, og sum nú eru farnir í gongd við sítt egna projekt og at framleiða egið tilfar; ein av okkara kærastu trubadurum, Kári P, ið hevur víst væl og virðiliga seinastu árini, at hann kann blotna eitthvørt hjarta við sínari eykendu rødd og vøkru løgum; komponisturin og film-makarin Heiðrik á Heygum, ið júst er heimafturkomin úr Danmark og hevur sína fyrstu konsert her á landi í langa tíð; heitu og vøkru Lena og Niclas, sum altíð megna at hugtaka hvørt lurtandi oyra við fangandi løgum og søgusigandi tekstum; Tinganest, hvørs ómissandi vilji at tendra í veitsluhugna og góðan hýr er sikkur í at blíva eitt hitt hetta kvøldið; og síðst men ikki minst orkuríku Boys in a Band, sum elska at spæla og undirhalda við sínum framúrskarandi løgum og hvørja einastu ferð gera tað av øllum hjarta.

 

 

 

Konsertin byrjar

kl. 22.00 stundisliga, og tað er ókeypis atgongd

 

Skráin er hendan:

22:00 – 22:30

Líggjas & Flóvin

22:40 – 23:10

Kári P

23:20 – 23:50

Heiðrik á Heygum

00:00 – 00:30

Lena & Niclas

00:40 – 01:10

Tinganest

01:20 – 01:50

Boys in a Band