Konsertin er í kvøld klokkan 19.30.
Tað eru 16 ungdómar, ímillum 14- 21 ár frá Musikskúlanum í Tórshavn, ið fara at framføra klassiskan tónleik. Tað er Bernhardur Wilkinsson, dirigentenur hjá Føroya Symfoniorkestur og lærari á Muskiskúlanum, ið stílar fyri hesu ungdóms strúkikonsert í kvøld.
- Tað er læruríkt fyri næmingarnir á Musikskúlanum at spæla almennar konsertir - Sigur Bernhardur Wilkinson.
Á skánni eru kendir klasikarir sum til dømis; Árstíðirnar hjá Vivaldi.
Tað verða spældar tvær solo, ein frá Heiðun Petersen á violin og onnur frá Miu Káradóttir á tvørfloytu. Tær báðar eru júst komnar inn á tað danska kongaliga konsevatorium í tónleiki.
Eisini verður ein áhugaverd kvartett við fýra tvørfloytum at hoyra.
- Konsertin er í kvøld klokkan 19.30 í Listaskálanum í Tórshavn. Ókeypis atgongd og øll eru vælkomin. -
Sigur Bernhardur Wilkinson.