Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu framhaldandi lata seg kanna til og við 31. juli 2020. Kanningarskipanin er ókeypis, og ferðandi skulu tí ikki rinda fyri at lata seg kanna við komu til Føroya til og við 31. juli 2020.
Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya vórðu broyttar tann 27. juni, og nú skulu øll ferðandi, sum koma til landið, kannast. Í fyrstu atløgu vóru kanningarnar ókeypis til og við 10. juli. Nú verður ókeypis kanningarskipanin longd til at fevna um allan juli-mánað, skrivar Heilsumálaráðið í kunningarskrivi og á síni heimasíðu..
Tey ferðandi kunnu av somu orsøk vænta drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið. Tað verður heitt á øll ferðandi um at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Vanliga verður hetta sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.
Øll ferðandi eiga at vísa serligt varsemi á ferðini til Føroya og í tíðini eftir komu. Við at lata upp fyri ferðing til Føroya, økist eisini smittuvandin. Tí verður heitt á øll um at minnast til frástøðuna og góða reinføri. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu.
Heilsumálaráðið hevur skrivað undir nýggjar sáttmálar við Thetis og Smyril Line um koronakanningarnar, soleiðis at kanningarnar av ferðafólki framhaldandi verða gjørdar á besta og tryggasta hátt.
Samstarvssáttmálarnir eru galdandi frá 11. juli til og við 31. juli, og møguleiki er fyri leingja hesar fram til 16. august 2020.