Umleið 350.000 danskir húsaeigarar kunnu gleða seg til næsta ár, tí umstøðurnar laga tað so, at tað verður ókeypis hjá teimum at hava húsalán í 2010, skrivar Politiken. Orsøkin er, at realkreditfeløgini hava sett rentuna næsta ár til 1,78 prosent, sum er søguliga lágt.
Eitt nú nevnir blaðið, at fólk, sum hava tvær milliónir krónur í avdráttarfríum láni, skulu rinda 2.600 krónur um mánaðin í rentum næsta ár. Men verða skattur og inflasjón drigin frá, kostar húsalánið í veruleikanum einki.
Tað vísa útrokningar, sum Politiken hevur fingið frá Realkredit Danmark.