Hans Michael var sjálvur eitt av ferðafólkunum við Leið 1 í morgun.
Hann fór av við Marknagilsvegin, men koyrir annars ikki fast við bussunum hjá Bussleiðini.
- Eg koyri soleiðis av og á, sigur hann.
Sjálvur brúkar hann mest bussarnar, um hann skal í býin at gera sær onkur ørindi.
Nú býráðið hevur givið borgarunum møguleikan at koyra ókeypis er ikki óhugsandi, at Hans Michael fer at koyra oftari við bussunum.
- Jú, tað ætli eg mær at gera, sigur hann.
Færri bilar
Ætlanin hjá býráðnum við hesi ætlanini er at minka um ferðsluna gjøgnum býin.
Samstundis við hetta ætlar ein at fáa fólk at vísa størri áhuga fyri tí góða ferðasambandinum í býnum við teimum eyðkendu reyðu bussunum.
Sjálvur dugir Hans Michael væl at síggja fleiri fyrimunir við eini slíkari skipan.
- Tað fer eisini at síggjast aftur í ferðsluni. Tað verða helst munandi færri bilar í býnum, sigur hann.
Hóskandi fráferðir
Eftir verandi skipan koyra bussarnir hvønn hálva tíma til tey ávísu støðini í býnum.
Onkur hevur skotið upp, at hesin títtleikin var øktur, nú henda nýggja skipanin kortini varð sett í gildi.
Eitt uppskot var at lata bussarnar koyra tríggjar ferðir um tíman, heldur enn tvær ferðir.
Fyri Hans Michael hevði júst hetta ikki havt so stóra ávirkan:
- Fyri meg er tað í øllum førum hóskandi, at hann koyrir hálva hvønn tíma!