Ókeypis Dr. Pepper um Guns N? Roses geva fløga út innan 2009

Ein fløga hevur verið ávegis í 17 ár, men onki tykist at henda. Tí hevur fyritøkan Dr. Pepper lovað, at allir amerikanarar fáa eina sodavatn, um fløgan kemur út áðrenn 2009.

 

Tað eru bert tveir amerikanarar, ið ikki skulu fáa eina Dr. Pepper sodavatn, og tað eru Slash og Buckethead, ið áður hava verið gittarleikarar í Guns N? Roses.

Sodavatnsfyritøkan roynir at gera sítt fyri at gongd kemur á framleiðsluna av fløguni ´Chinese Democracy´ hjá Guns N? Roses, men sigur seg væl skilja, at tað tekur langa tíð at gera nakað gott:

 

?Tað kravdi eisini tol at finna fram til serligu blandingina av 23 ymsu tilfarunum, ið eru í Dr. Pepper sodavatnini, sum okkara fjepparar nú kenna og elska. So vit skilja væl, at Axl vil gera fløguna fullkomna?, skrivar sølustjórin hjá fyritøkuni í einum brævi til fjølmiðlarnar. Í sama brævi sigur hann eisini, at tá fløgan kemur út, fara fólk at kalla hana ?Dr. Pepper fyri oyruni? ? eina svalandi blanding av fyldigum og djørvum ljóðum ? ein sannur klassikari?

 

Axl Rose sigur tó, at talan ikki er um nakra avtalu millum partarnar, men at hann er glaður fyri óvæntaða stuðulin. Og Axl roknar eisini við, at fløgan kemur út í ár:

- Av tí at Buckethead hevur verið við til innspælingarnar av fløguni, ætli eg mær at deila mína Dr. Pepper við hann.