Sum nakað nýtt verður møguleiki hjá eysturoyingum, sum ætla sær til Havnar á DJ-show og karaokekapping, koyra ókeypis við bussi bæði suður og heimaftur.
Tekning fer fram á tlf 225163, men túrurin er treytaður av, at nóg nógv tekna seg, siga fyrireikararnir.
Fyrireikararnir lova eitt brak av einum kvøldi, nú leygarkvøldið. Vælumtøkti DJ´arin DJ Switch og Jákup Jacobsen sum dugir sera væl at seta lív í, fara at rokka húsið. Ætlanin er at hava eina karaoke-kapping har tað er møguleiki at vinna eina peningagávu, og har tað er áskoðarin, ið ger av, hvør vinnur.
Tað hevur í seinastuni verði eitt sindur av óskili í, viðvíkjandi afturlatingartíðunum í Badmintonhøllini. Men framyvir, tá ið dansur og onnur líknandi tiltøk eru í Badmintonhøllini, enda tey kl.03:30.
Tiltakið byrjar leygarkvøldið kl.23:30 og endar sum áður nevnt kl.03:30. Bussur koyrir eisini úr Vágunum og Vestmanna. Ring á tlf. 21 77 52.