Ókeypis busskoyring í Havn

Ein tiltak, sum er vælmótikið í samband við umhvørvisvikuna í Havn, er ókeypis busskoyring. So vælumtøkt er tað, at kommunan umhugsar at tað skal vera ókeypis at koyra buss framyvir

Fólkið hevur tikið væl undir við umhvørvisvikuni í Tórshavnar Kommunu, og ymisk eru tiltøkini, sum eru á skránni hesar dagarnar. Eiit tiltak, sum hevur verið alla vikuna og kemur at vara vikuna út, er ókeypis busskoyringin. - Vit hava ongi tøl enn, men tey siga at tað eru nógv fleiri koyra buss hesa vikuna, og at fólk eru sera glað fyri tað, sigur Elin Lindenskov, samskipari av umhvørvisvikuni í Havn. - Tað eru ymsar grundir til at vit hava tikið stig til akkurát hetta við, at fólkið ikki skal rinda fyri at koyra við bussleiðini hesa vikuna, men høvuðsorsøkirnar eru fyrst og fremst at tálma ferðsluni í býnum, og at venja borgaran við kollektivu ferðsluna, greiðir Elin Lindenskov frá.
Vanligi borgarin hevur higartil havt tað fatanina, at tað ikki loysir seg at koyra buss. Tað er ov dýrt og tað tekur og langa tíð, eru nakrar av undanførslunum fyri ikki at brúka bussin. Men nú er kanska vón fyri, at borgarin fer at broyta hugsan á hesum øki. - Inntøkurnar av bussleiðini eru fýra milliónir árliga. Tað er ikki nógv, og tí hava vit tosað um, at tað kanska átti at verið heilt ókeypis at koyra buss í Tórshavnar Kommunu. Hetta kundi verið upplagt at tikið til viðgerar, tá bussleiðin skal endurskoðast, greiðir Elin Lindenskov frá.