Ókeypis at koyra í Norðoyatunnlinum

Frá klokkan seks í morgun og til somu tíð í morgin verður einki gjald tikið fyri at koyra undir Leirvíksfjørð Tað er ókeypis at koyra í Norðoyatunnlinum í dag. Frá klokkan seks í morgun og inntil klokkan seks sunnumorgunin verður einki gjald tikið fyri at koyra úr Klaksvík og undir Leirvíksfjørð. Hin vegin verður tað ongantíð goldið fyri at koyra.

Fýra ferðir í hesum árinum verður tað ókeypis at koyra í Norðoyatunnlinum. Umframt í dag verður tað ókeypis at koyra leygardagarnar 26. apríl, 27. september og 13. desember.

Tað er ikki ókeypis at koyra í Vágatunnlinum í dag.