Keypir týskan upsa


 

Nakað av upsa, sum útlendsk skip veiða verður landaður í Føroyum. Í farnu viku keypti Fiskavirking í Runavík tríggjar lastir upp á 100 tons hvør frá týskum trolarum. Hetta gevur fitt av arbeiði hjá Fiskavirking, veit FF blaðið at siga.