Ímeðan fólkið svøltar, himprast norðurkoreanski einaræðisharrin, Kim Jong-Il, ikki við at nøra sær og sínum í ólukkumát.
Í eini frágreiðing um lív hansara og levnað, sum nú hevur verið frammi í nógvum fjølmiðlum, er komið fram, at eitt, hann loyvir sær, er at keypa marglætismat til hundar sínar.
Tað tykist sum um, at hjá hundunum er bara tað besta nóg gott og tí brúkar Kim Jong-einar 1,3 milliónir krónur upp á mat til teir um árið.
Samstundis siga metingar, at ein fjórðingur av fólkinum í Norður Korea svøltar illa og ein triðingur av øllum børnum undir fimm ár líða undir trotasjúkum, tí tey fáa ov lítið at eta.
Miðlar føra eisini fram, at einaræðisharrin hevur keypt fleiri tylvtir av russiskum rossum og sonur hansara, Kim Jong Eun, fekk 10 amerikanskar Jet skí.
Meginparturin er keyptur ígjøgnum Kina, sum er besti sameindi hjá Norður Korea.
ST hevur annars sett tiltøk í verk ímóti Norður Korea og ein avleiðing av tí er, at tað er bannað at selja teimum marglætisvørur.
Men tað forðar heldur ikki Kim Jong-Il í at útvega sær 600 fløskur av dýrum, fronskum víni til veitslur hjá valdsharrunum.
Hann er eisini óður eftir konjakki. Serliga skal honum dáma Hennesy konjakk og hann er teirra besta viðskiftafólk, tí hann keypir konjakk fyri tríggjar-fýra milliónir um árið
Heldur ikki tá ið hann ferðast, líður hann nakra neyð. Hann ferðast aloftast við jarnbreytini og hann eigur seks skottrygg marglætistok, sum er útgjørd við fundarhølum, móttøkuhølum, sovikømrum og flatskermum og mongum øðrum hentleikum
Runt um í Norður Korea eru 20 jarnbreytarstøðir serbygdar til at tok hansara kunnu steðga har.
Og tá ið hann ferðast við tokinum, er ikki óvanligt, at hann fær livandi hummara og dýrt vín sendandi við flúgvara úr París.
Og afturat hesum marglætislívinum sigur ein frágreiðing, at hann hevur goymt sær einar 25 milliardir krónur í bankum ymsastaðni í Evropa.