Keypiorkan minkar í Íslandi

Keypiorkan í Íslandi minkar støðugt. Nýggj tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at lønarvísitalið hækkaði 0,02 prosent í august samanborið við juli. Tað merkir, at teir seinastu tólv mánaðirnar er lønarvísitalið hækkað 2,2 prosent.

Men í sama tíðarbili er príslegan á nýtsluvørum hækkað 10,9 prosent. Hagstovan sigur, at samanumtikið minkaði keypiorka íslendinga 0,5 prosent frá juuli til august, og at hon er lækkað 7,8 prosent teir seinastu tólv mánaðirnar.

Í juli samdust teir almennu arbeiðsgevararnir og fakfeløg teirra um at leingja verandi sáttmálar og at útseta avtalaðar lønarhækkingar.