Landið skal keypa Hotel Hafnia og gera tað til bústað til lesandi.
Tað hugskotið setti Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fram á tingfundi í gjár.
Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at landsstýrið skal átaka sær ein virknari leiklut í arbeiðnum at útvega fleiri íbúðir til lesandi.
Í hesum sambandi vísir Bjørt Samuelsen á, at landsstýrið hevur umrøtt møguleikan at keypa Hotel Hafnia til almenna umsiting.
Men hon heldur, at landsstýrið skuldi heldur keypt Hafnia og gjørt tað til bústaðir til lesandi.
Hon heldur, at tað liggur so væl fyri, sum tað kann, mitt í býnum.
Kommunuskúlin og Handilskjarnin eru tveir aðrir bygningar, sum liggja sera væl fyri til endamálið, leggur hon afturat.
Somuleiðis kevur Kommunan keypt bygningin hjá BankNordik í miðbýnum, so er viljin til staðar, eru høli til taks til lestrarbústaðir, sigur tingkvinnan.
Hinvegin mælti hon staðiliga frá at legga lestraríbúðir langt burtur frá miðbýnum, eitt nú uppi Undir Fjalli.
Lestrarbústaðir mugu og skulu vera so nær miðbýnum sum gjørligt, tí tað er har, tey ungu vilja vera. Royndir aðrastaðni vísa eisini, at tey ung tíma ikki at búgva í lestrarbústaðin, sum eru ov fjarskotnir.
Tingkvinnan staðfestir, at tað verður mest tosað um at útvega íbúðir til lesandi. Men hon heldur, at tað er eisini tørvur á, at hava einstøk kømur til taks til lesandi, har leigan er bílig, kanska bara 1.500 - 2.000 krónur um mánaðin.
– Tað eigur at bera til, sigur Bjørt Samuelsen.
Sirið Stenberg skilir ikki, at lestraríbúðir ikki er ein partur av ætlanini at byggja Marknagilsdepilin.
– Har skulu fleiri hundrað ungfólk ganga í skúla, so tað er óskiljandi, at bústaðir til lesandi ikki er ein partur av verkætlanini, heldur hon.
Tá ið ungfólk úti um landið, kortini skulu flyta úr heimbygdini, halda mong, at teinurin til Danmarkar ikki longri enn teinurin til Havnar, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu nógv lættari og bíligari tað er at fáa tak yvir høvdið í Danmark.
Í hesum døgum hevur Helena Dam á Neystabø hevur sæti á tingi. Hon er eisini limur í Tórshavnar Býráð, og hon vísir á, at Fróðskaparsetrið er ein landsstovnur, har tey lesandi eru úr øllum herðashornum.
– Tískil er tað ikki bara ein kommunal uppgáva at tryggja teimum lesandi tak yvir høvdið, sigur hon.
Hon heldur, at tað er neyðugt at gera spurningin um lestraríbúðir til eitt politiskt mál, tí skal byggjast á marknaðartreytir aleina, verður leigan ov dýr til, at lesandi fáa ráð at leiga nakran lestrarbústað.
Les eisini: Ongar ætlanir um at selja
Hon sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur ymisk øki til lestrarbústaðir, ikki bara í útjaðaranum, men eisini yviri við Strond, sum eru til taks hjá Bústøðum, er brúk fyri tí.
Hon heldur ikki, at tað er ein avgjørd fortreyt, at lestrarbústaðir eru á Vaglinum, tí Havnin er ikki størri enn so, enn at tað eru bara nakrir fáir minuttir nógvastaðni úr útjaðaranum í Havn inn í miðbýin.
|










