Keypið sloyfur

Ljósareyða sloyfan er symbol fyri átakið »Ì hernað móti bróstkrabba«
Sloyfan kann keypast í handlum kring landið
Tey sum keypa sloyfuna stuðla arbeiðinum hjá Bót til Bata
Í oktober mánaði verður runt um í heimi varpa ljós á bróstkrabba.
Hagtøl vísa at 1 av 10 kvinnum og 1 av 100 monnum verða rakt av bróstkrabba. Bróstkrabbi er tað slagi av krabbameini, sum mest er av í Føroyum.
Í Føroyum fáa umleið 25 kvinnur árliga staðfest hesa sjúku og talið økist tíverri.
Við at keypa ljósareyðu sloyfuna, sum kann keypast í handlum kring landið í oktober mánað, ert tú við at stuðla arbeiðinum hjá Bót til Bata.
Bót til Bata er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, sum eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabbamein.
Hesar kvinnur veita stuðul, vegleiðing og ráð til arðar kvinnur, ið eru ella skulu skurðviðgerast fyri krabbamein í brósti. Harafturat arbeiðir bólkurin fyri at fremja áhugamál hjá hesum sjúklingabólki, mótvegis mynduleikum og heilsuverki og at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi.