Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at nú er handilin við ENI UK Limited og ENI ULX Limited um keyp av 18 prosent av Blane oljuframleiðsluni endaliga avgreiddur. Boðað var frá avtaluni tann 26. oktober 2010. Keypið av Blane økir um framleiðsluna hjá felagnum við umleið 1.900 tunnum av olju um dagin. Avtalan er í tráð við strategiina hjá Faroe Petroleum um at økja um framleiðsluna fyri at fíggja leitiverkætlanina hjá felagnum.