Keyparar mótmæla viðferðini

Keypararnir fingu sum vátan frammaná, tá tey í gjárkvøldi fingu at vita, at teirra íbúðir Undir Gráasteini brádliga gerast munandi dýrari. Tey kenna seg snýtt og krevja betri treytir frá byggiharranum og í síðsta enda Føroya Banka. Einki er at koma eftir, sigur advokaturin og nevndarformaðurin fyri projektið, Christian Andreasen.

BYGGING

 

- Hetta er heilt ófatuligt. Okkara íbúð dýrkar 255.000 krónur. Sjálvt um vit hava eina greiða avtalu, sum sigur at vit skulu rinda stívliga 1,7 millión krónur fyri okkara íbúð, so fáa vit brádliga at vita, at kostnaðurin nú er 1,95 millión. Hetta er sera keðiligt fyri okkum, tí tá vit í síni tíð skrivaðu undir, ivaðust vit í, um vit kláraðu at bera kostnaðin, sum longu tá gjørdist hægri enn upprunaliga mett. Nú kemur so enn ein stór eykarokning, staðfestir Brynhild Guttesen, sum saman við familjuni skal flyta inn í eina av íbúðunum Undir Gráasteini.

Eins og hinir keypararnir fekk hon døpru boðini á kunnandi fundi á Hotel Føroyum í gjárkvøldi.

- Júst nú havi eg bestan hug at tveita alt frá mær, at bakka út. Tí sum tað sær út nú, so vita vit faktiskt ikki, um aðrar príshækkingar fara at koma seinni, sigur Brynhild Guttesen.

Somu áskoðan hava flestu aðrir keypararnir, sum vóru á kunnandi fundinum.

Niels Petur Jacobsen fekk eina eykarokning uppá 75.000 krónur hongda um herðarnar í gjárkvøldi.

- Hetta er nakað lort. Eg havi jú skrivað undir eina kontrakt, sum nú uttan varskó verður brotin. Eisini haldi eg, at byggiharrin og bankin við at áseta ymsar príshækkingar roynir at spæla keyparar út móti hvørjum øðrum, sigur Niels Petur Jacobsen, sum kennir seg snýttan av viðferðini.

Hann hevur enn ikki tikið støðu til, um hann góðtekur príshækkingina, ella sigur íbúðina frá sær.

 

Rakar hart

Fyri Súsannu í Stórhúsi var tað ein bumba, sum brast á Hotel Føroyum í gjárkvøldi. Umframt at hon og maðurin sjálvi hava keypt eina íbúð, so hava trý av børnum teirra somuleiðis keypt íbúðir í nýggja býlinginum Undir Gráasteini.

- Fyri okkum og okkara børn er talan um eina samlaða eykarokning uppá 675.000 krónur, sum vit tilsamans skulu gjalda meira. Tað kemur sera illa við, tí íbúðirnar eru nóg dýrar frammanundan, sigur Súsanna í Stórhúsi.

Eisini fyri hana komu boðini óvart á. Súsanna í Stórhúsi veit ikki, hvat tey og teirra børn nú fara at gera.

- Men hetta er ikki nóg gott. Niðurstøðan av fundinum í kvøld er eisini, at vit keyparar eru ikki nøgd við støðuna og fara at krevja eina betri loysn, sigur Súsanna í Stórhúsi, sum kennir seg snýtta.

- Tá byggileiðslan varð umskipað síðsta summar søgdu bæði advokaturin og bankin í samrøðu við Dimmalætting, at vit keyparar skuldu kenna okkum trygg, og at vit ikki fóru at fáa nakra eykarokning, sigur Súsanna í Stórhúsi.

 

Mótmæla

Eftir kunnandi fundin í gjárkvøldi skipaðu keypararnir seg í eina trýmannanevnd, sum skal umboða teirra sjónarmið. Eitt av umboðunum er Anna Larsen:

- Vit fara at boða Føroya Banka frá, at vit góðtaka ikki príshækkingina, sum vit hava fingið fráboðað her í kvøld. Greiður meiriluti er fyri hesum millum keypararnar, sigur Anna Larsen.

- Vit vistu einki frammanundan. Vórðu bara boðsend á fund, har vit síðani fáa at vita um príshækkingarnar, sum fyri summi av okkum eru heili 255.000 krónur. Hetta er órímiligt og tað góðtaka vit ikki, sigur Anna Larsen.

 

Einki at gera

Christian Andreasen, advokatur, hevur síðani í fjørsummar verið nevndarformaður í umskipaða KJ Contractors, og nú hetta felag verður avtikið heldur hann fram í dóttirfelagnum Íbúðir Undir Gráasteini. Hann royndi at verja sjónarmiðini hjá byggiharranum og Føroya Banka í gjárkvøldi:

- Støðan er tann, at byggjaríið gevur eitt stórt hall, og felagið er ikki ført fyri at gjøgnumføra ætlanina fyri teir prísir, sum annars vórðu avtalaðir. Tí hava vit bara ein møguleika, nevniliga at fara til peningastovnin og fáa nýggja fígging til at gera projektið liðugt. Og ein treyt fyri hesum er, at ein meirkostnaður verður lagdur á upprunaligu prísirnar, sigur Christian Andreasen.

Advokaturin og nevndarformaðurin staðfestir, at KJ Contractors er hildið uppat við sínum virksemi og verður avtikið.

- Hetta felag verður mest sannlíkt avtikið í skiftirættinum. Síðani verður alt gjørt upp, og byggjaríið heldur fram í einum dóttirfelag hjá KJ Contractors, sigur Christian Andreaen, sum váttar at tapið í øllum føri er omanfyri 10 milliónir krónur.

- Alternativið til henda leistin hevði verið, at byggjaríið varð steðgað, og so vildi tapið bara verið uppaftur størri, sigur Christian Andreasen.

 

Orsøkin

Christian Andreasen vísir á príshækkingar í byggivinnuna sum eina orsøk til íkomnu støðuna.

- Tað eru farnar fram øðiligar príshækkingar í byggivinnuni síðstu tíðina. Eisini hevur verið talan um seinkingar, orsakað av vánaligum veðri. Og eisini hava fleiri av avtalunum, sum byggiharrin frá fyrstan tíð hevur gjørt, verið ógreiðar.

Christian Andreasen ásannar tó, at slíkt eigur ein byggiharri at taka atlit fyri.

- Jú, tað er rætt. Men ein byggiharri og eitt byggjarí er altíð fevnt av eini ávísari risiko. Og jú størri virksemið í samfelagnum er, jú størri risiko.

Advokaturin og nevndarformaðurin vil tó ikki viðganga, at talan er um vánaliga stýring og vánaliga leiðslu í KJ Contractors.

- Tað vildi í hvussu so er verið vánalig stýring at hildi fram við felagnum, sum útlitini vóru. Leiðslan hevur tikið neyðugu stigini, tá felagið nú er komið í slíka støðu, sigur Christian Andreasen.