Á fiskamarknaðinum í Thyborøn í Danmark hava tey koyrt meiri enn 1.200 tons av reyðsprøku burtur, tí keypararnir vildu ikki hava fiskin. Tá fiskurin ikki fekk boð, bleiv hann koyrdur í bingjur og endaði sum djórafóður, sigur danska kringvarpið.
Kurt Madsen, sum er formaður í Danske Fiskeres Producent Organisation, sigur við DR, at teir stóru matvøruhandlarnir í Evropa vilja ikki keypa reyðsprøku úr Norðsjónum, tí fiskurin hevur ikki MSC-umhvørvisgóðkenningina, sum sigur, at fiskiskapurin er burðardyggur.
Hann sigur seg vóna, at reyðsprøkufiskiskapurin í Norðsjónum kann fáa góðkenningina skjótt.
Sambært DR hevur fiskamarknaðurin í Thyborøn koyrt 1.206 tons av reyðsprøku burtur, tí eingin vildi keypa hana.