Tvøroyrar Kommuna hevur nú keypt bygningin hjá Posta mitt í býnum á Tvøroyri. Tað var á býráðsfundi fyrr í mánaðinum, at býráðið samtykti at bjóða upp á bygningin, og Súsanna Bertholdsen, býráðslimur, og forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tvøroyrar Býráð, sigur, at nú er avgjørt, at býráðið fær hann fyri 4,5 milliónir.
Hon sigur, at tey yvirtaka bygningin fyrsta januar, men Posta skal kortini leiga ein part av húsinum, so Posthúsið á Tvøroyri verður ikki niðurlagt í hesum sambandi, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hetta er ætlað at vera ein íløga í at menna trivnaðin á Tvøroyri. Tey siga, at bygningin skal fyrst og fremst gerast til bókasavn og kunningarstov, umframt at alment wc skal vera í honum og tað verður sum skjótast, at tey fara at innrætta hann til endamálini
Beint omanfyri bygningin verður spæliplássið, sum býráðið eisini fer at gera, og arbeiðið at gera plássið til spælipláss, byrjar sum skjótast.