Hetta seinasta árið hava altsamt fleiri og fleiri norðmenn valt at keypa sær partabrøv ígjøgnum alnótina.
Sambært blaðnum Aftenposten var hesin handilin serliga lívligur í desember, tá norðmenn keyptu partabrøv fyri 4,6 milliardir krónur ígjøgnum alnótina. Tað var 40 prosent meiri enn í sama mánað í 2002. Umleið ein fjórðingur av partabrævakeypinum var ígjøgnum fyritøkur, sum fáast við at selja virðisbrøv, men nógv viðskiftafólk nýta eisini alnótina í samskifti sínum við bankan, tá tey keypa partabrøv.
Fyrr vóru tað vanliga teir sokallaðu smásparararnir, sum keyptu partabrøv ígjøgnum alnótina, men soleiðis er ikki longur. Nú eru tað eisini stórir íleggjarar, sum nýta alnótina, tá teir keypa partabrøv, skrivar Aftenposten.