Trinity Mirror, sum gevur út blaðið Daily Mirror, hevur nú keypt kappingarneytan Daily Express fyri eina upphædd, sum liggur um eina milliard krónur. Tað skrivar Ritzau.
Daily Mirror verður roknað at hoyra til vinstru megin miðjuna, meðan Daily Express verður mett sum eitt blað høgru megin miðjuna.
Trinity Mirror sigur sambært Ritzau, at keypið av Daily Express er eitt átak ímóti fallandi inntøkum frá blaðsølu og lýsingum.
Í Bretlandi sum aðrastaðni er upplagið hjá bløðunum fallið nógv, og tað hava Daily Mirror og Daily Express eisini merkt. Bæði bløðini hava havt fíggjarligar trupulleikar seinastu árini.
Daily Mirror hevði í desember eitt upplag á 580.000 eintøk, meðan Daiy Express lá um 364.000 eintøk.
Størsta blað í Bretlandi er The Sun, sum hevur eitt dagligt upplag á 1,5 milliónir eintøk. Í hølunum á The Sun er Daily Mail við 1,4 milliónum eintøkum.










