Torgið verður mitt í bygdini, og byrjar kl. 10 við ókeypis morgunmatarborði, sum Føroya Banki hevur stuðlað.
Oyran í Sørvági er kend fyri at vera sera fruktagóð, og nógv ymiskt slag av grønmeti fæst at vaksa har. Á torginum ber til at keypa eplir, gularøtur, leyk, hvítleyk, kál o.a., sum veltararnir úr Oyruni hava latið.
Fiskurin frá Vesturvón er dygdarvøra. Manningin henda síðsta túrin hevur skorið flak, kjálkar, lippur, bankað turran fisk og hongt fisk upp at ræsa. septembur.
Eisini verður undirhald fyri tey smærru. Mini-tivoli við m.a. hoppiborg verður á økinum og harafturat bomm-tombola.
Við tað at tað er ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóartunnilin í dag, vænta fyrireikararnir nógvar gestir vestureftir.