Eisini í juni mánað eru fleiri nýggir bilar innfluttir í ár enn sama mánað í fjør, sambært tølum frá Akstovuni.
Í juni komu 231 nýggir bilar til landið, sum er 22 fleiri enn sama mánað í fjør. Sostatt heldur gongdin fram, sum hevur verið at sæð alt árið. Fyrra hálvár í ár eru 1115 nýggir persónbilar komnir til landið, í mun til 962 fyrra hálvár í fjør.
Tað er tó fyri tað mesta í persónbilum at nakar vøkstur er at síggja. Ja, og so í neyðsendarakførum, sum in.fo hevur skrivað um fleiri ferðir fyrr.
Fyri aðrar akfarsbólkar er lítil og eingin broyting í mun til í fjør. 17 nýggir hýruvognar eru komnir til landið í munt il 12 fyrra hálvár í fjør og 19 fleiri viðfestisvognar eru eisini innfluttir. 28 prutl eru eisini keypt til landið higartil í ár, í mun til 20 fyrstu seks mánaðirnar í fjør.
Alt í alt er innflutningurin av nýggjum akførum voksin við 182 akførum fyrra hálvárið, úr 1282 í fjør til 1464 í ár.