Johan Dahl, vinnumálaráðharri fer at taka spurningin um keyp av olju úr Ruslandi á fundi í Moskva í komandi viku
Eitt av ynskjunum, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum fer at leggja fram á fundinum við Gazprom í Moskva í komandi viku er spurningurin um at kunna keypa bíliga olju úr Ruslandi. Hóast høvuðsevnið á fundinum verður at tosa um leiting eftir kolvetni á føroyska landgrunninum og harí møgleikan at fáa russiska gassrisan at vera við í leitingini her, so heldur Johan Dahl, at teir helst fara at tosa um mong onnur samstarvsøki eisini.
-Gazprom arbeiðir innan mong vinnulig øki og ikki bara innan olju og gass. Hyggja vit at Føroyum, so eru vit í dag sera bundin at bæði tungolju og vanligari gassolju, og tað kann gott vera, at henda vitjan kann lata upp hurðar fyri onnur føroysk virki so sum EFFO og MAGN og SEV og aðrar, sum kundu hugsað sær at fingið olju til vega frá einum felag sum Gazprom. Eg fari sjálvandi at kunna um alt hetta á fundinum, eitt nú hvussu okkara forbrúk er. Hetta er jú sera lítið í teirra høpi. Vit brúka kanska fyri eina milliard um árið, sum er sera lítið í Gazprom høpi. Kanska vitjanin tí eisini kundi verið ein duraopnari fyri, at vit kundu keypt bíligari olju enn í dag segði landsstýrismaðurin í samrøðu við Rás2 hósdagin.










