Keyp serligan málning – og hjálp fátækum børnum

Ein málningur hjá einum skúvoyingi, sum er sera kendur málari í USA, verður seldur á uppboði í kvøld. Peningurin fer til fátæk børn í Føroyum

 

Hann er ein heilt sjáldsom, føroysk lagna.

 

Hans Skálagarð er skúvoyingur og sum listamálari er hann tikin úr leikum at mála skip, sjógv og hav, og hann er nú ein hin kendasti marinu-málari í USA.

 

Og í kvøld verður ein málningur hjá honum seldur í sambandi við átakið, “Ímeðan vit Bíða hjá Miðlahúsinum”, har endamálið er at savna pening saman til fátæk børn í Føroyum.

 

Endabresturin í Norðurlandahúsinum beint nú og har ber til at bjóða upp á ein málning hjá Hans Skálagarð.

 

Tiltakið verður stroymt, og til ber at fylgja við fara aftur á forsíðina hjá info

 

Hans Skálagarð fór úr blaðungur úr Skúvoy og undir krígnum sigldi hann við amerikanarum. Heilar fýra ferðir varð skipið søkt undan honum.

 

Síðani búsettusr hann í Kalifornia og sigldi alt lívið út frá San Fransisco.

 

Men hann fór eisini at mála og tað hepnaðist so væl hann nú er ein hin kendasti marinu-málaranum í USA.

 

Amerikanskir ummælarar halda, at tað er ein sjáldsamur admirálur, sum ikki hevur listarverk av Hans Skálagarð hangandi á onkrum veggi. Verkstaður og gallarí hansara, "Skalagard's Square-Rigger" í Carmel í Kalifornia, er kent um stóran part av USA.

 

Tað er beiggi hansara, Hjartvard Skálagarð, sum hevur latið málningin. Hann sigur, at hetta er eitt gylt høvið til at gera eina góða gerð, og hann vónar, at fólk fara at bjóða upp á málningin.

 

Ein málningur, sum hesin, verður seldur fyri 100.000 krónur í USA.   

 

Hjartvard Skálagarð sigur, at Hans búði eitt skifti í býnum, Carmen, har kendi sjónleikarin, Clint Eastwood var borgarstjóri eitt skifti. Og teir báðir eru vinmenn, Clint Eastwood og Hans Skálagarð, sigur Hjartvard.

 

Peningurin, sum kemur inn fyri málningin, fer óskerdur til fátøk børn í Føroyum. Boð kunnu sendast inn á sms á tlf 216409 ella á mail á eirikur(at)sosialurin.fo