1. Men har var onki at rafla um. Eg skuldi upp á rennibandið í mínum gomlu, súru renniskóm, so sølumaðurin kundi meta um slitmynstrið undir botninum og mín rennistíl. Veit ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, men á einum flatskíggja dagaði okkurt fram, sum mest minti um kálvakníggjakiksaðan stíl, um nakað eitur so ...
2. Hmm ... tú pronerar, staðfesti sølumaðurin, og hugdi álvarsliga at skíggjanum. Javel, stunaði eg á rennibandinum og beit alla skomm í meg og spurdi tivandi “Hvat betýðir tað”. Tað merkir at fóturin hevur lyndi til at koppa inneftir, og tað kann geva skaðar. - Yvirpronatión kalla vit tað, lat hann meg vita
3. So fyri at kanna »yvirpronatiónina« nærri, mátti eg nú úr skónum og sokkunum og upp aftur á rennibandið. Hesuferð skuldi eg trampa fótin púra flatt niður á bandið. Tey sum yvirpronera eru nevniliga sum oftast plattfótað, sært tú, og tað sæst best, tá man rennur berføttur.
4. Og meðan mínar beru bibbir fóru spelandi avstað á skíggjanum, sást týðiligt, at svangin undir fótinum mátti hava serligan stuðul, sum skuldi forða fótinum, at glíða inneftir, staðfesti sølumaðurin og fann einar grønstríputar Adidas fram. Eg føldi, hvussu hjartað hoknaði, tí í huganum hevði eg longu keypt einar lekrar reyðar Nike skógvar, sum eg hevði sæð, í tí eg kom inn í handilin
5. Ney, ney, risti maðurin við høvdinum. Man keypir ikki renniskógvar við eygunum. Men eg VIIL hava teir reyðu, hugsaði eg, í tí eg treisk snørdi teir uppá og hoppaði uppá rennibandið. Tveir minuttir seinni stóð eg lot aftur á gólvinum sum ein onnur ónd systir í Øskufíu. Hetta vóru ikki mínir skógvar...
6. Um tað var vónbrotið í mínum eygum, veit eg ikki, men næstu løtu hevði sølumaðurin víðkað úrvalið av renniskóm til mín munandi. Eftir eini fýra túrar á rennibandinum og líka nógv ymisk skógvamerki vóru teir eisni har - einir gulir Adidas adistar Salvation sum sótu, sum høvdu teir bara bíðað, til eg stakk fótin í teir.
7. Skuldi tað víst seg, at eg kortini ikki var nøgd við mínar nýggju renniskógvar, bjóðaði fryntligi sølumaðurin mær at koma aftur við teimum innan fýra dagar - um eg also ikki hevði verið úti og runnið í teimum.
Ráð til tín sum skal keypa renniskógvar
• Hav altíð tínar gomlu renniskógvar við. Slitið sigur nógv um tín rennistíl
• Gev tær góðar stundir og lurta eftir, um seljarin tosar um tínar føtur. Um ikki, so keyp skógvarnar onkra aðrastaðni
• Gandar seljarin »superskógvin« til júst tín fram alt fyri eitt, so slepp tær avstað. Seljarin skal spyrja um, hvørjum undirlag, tú rennur á, hvussu langt og hvussu ofta.
• Keyp renniskógvar út á seinnapartin ella eftir at tú hevur runnið – so hevur fóturin víðkað seg
• Royn altíð nýggju skógvarnar á einum rennibandi
• Royn skógvar frá fleiri ymsum merkjum
• Skógvurin skal hóska bæði til tín fót og tín rennistíl
• Bind lissurnar, soleiðis at skógvurin situr væl um hælin
• Ansa eftir at 0,5 til 1,5 sentimetur av luft er frammanfyri tærnar, men fóturin má ikki skreiða inni í skógvinum
• Ofta skulu renniskógvar vera upp til hálvtannað nummar størri enn tínir vanligu skógvar
• Gakk einar tveir tímar í skónum, aðrenn tú fert út at renna
• Vaska skógvarnar við bust og mildari sápu og ongantíð í vaskimaskinuni
• Turka ongantíð skógvarnar á raditatorinum
• Keyp ongantíð renniskógvar, bara tí teir eru uppá tilboð
• Ansa eftir, um tú ætlar at keypa eina nýggjari útgávu av tínum gomlu renniskóm. Tað verður ikki sami skógvur
• Ansa eftir seymum, sum kunnu gnaga og illa polstraðum tungum.