Atlantic Airways hevur fingið netsølu a heimasíðuni. Á atlantic.fo fært tú nú bílagt, keypt og goldið fyri ferðaseðilin. Tú velur nær, hvaðan og hvagar, tú ætlar tær at fara, og so fært tú beinanvegin at vita, um pláss er í flogfarinum. Tú ið tú bíleggur, fært tú at vita, hvussu nógv ferðaseðilin kostar, og tískil kanst tú rinda við gjaldkorti beinanvegin.
Á netsøluni kanst tú eisini biðja um at sleppa at sita á ávísum plássi. Hevur tú skrásett teg á netsøluni, kanst tú harumframt halda skil á øllum ferðum, tú hevur verið. Ert tú í EuroBonus-skipanini, verða tíni stig skrásett beinanvegin. Eins og vanligt geva ferðaseðlar, ið eru keyptir á netsøluni, tær eisini rætt til súlur. Tú velur, um tú vilt hava ferðaseðilin sendandi við postinum ella um tú heintar hann í floghavini í Vágum.
Nú ið netsølan hjá Atlantic Airways er komin, ert tú leysur av tíð og telefon. Netsølan er altíð opin, og nú er tað tú, ið er títt egna avgreiðslufólk.










