Kevin Spacey gjørdi seg inn á norskan prins

Í seinastu viku kunngjørdi Netflix, at næsta røðin av House of Cards, har Kevin Spacey higartil hevur spælt høvuðsleiklutin sum Frank Underwood, verður uttan Oscar-vinnaran.

 

Í gjár kom enn ein skuldseting undan kavi, tá fyrrverandi norski prinsurin, Ari Behn, skuldsetti Kevin Spacey fyri at hava verið dekan ov nærgangandi móti sær.

 

Í samrøðu við norsku útvarpsstøðina P4, segði Ari Behn, at hetta hendi undir einum nobel-døgurða fyri eini 10 árum síðani. Kevin Spacey var vertur á Nobel-konsertini og teir báðir sótu lið um lið undir galla-døgurðanum.

- Vit sótu lið um lið. Fimm minuttir seinni segði hann: “Lat okkum fara út at roykja eina sigarett” – og so tók hann um pungin hjá mær undir borðinum. Eg svaraði: “Øh..... kanska seinni”, segði Ari Behn, sum nú er høvundur.

 

Ari Behn var giftur við norsku prinsessuni Märtha Louise, til tey fóru frá hvørjum øðrum í 2016. Í 2002 segði hon frá sær rættin at bera heitið prinsessa, tí hon vildi vera sjálvstøðug vinnurekandi. Síðani hevur hon millum annað staðið á odda fyri sonevnda einglaskúlanum, Astarte Education.