Landsstýrisformaðurin hevur sent avstralska forsætismálaráðharranum alment bræv, har hann heiðrar Kevin Rudd fyri almennu umbering hansara til avstralska upprunafólkið Tað hevur vakt ans í Grønlandi, at avstralski forsætisráðharrin Kevin Rudd hevur givið avstralsku upprunafólkunum eina almenna umbering í avstralska parlamentinum. Hans Enoksen, landsstýrisformaður hevur sent Kevin Rudd eitt alment bræv, har hann heiðrar Rudd fyri hetta djarva stigið. Ì brævinum vísir Hans Enoksen avstralska forsætisráðharranum sína inniligastu viðurkenning, og metir Hans Enoksen hetta verða eina djarva og støðufasta gerð. Hann skrivar eisini, at alsamt fleiri fólk kring Heimin viðurkenna, at ein ærlig og sonn viðurkenning av søguligum hendingum, er vegurin sum førir til virðing og javnstøðu millum fólkasløg, líkamikið hvønn uppruna tey hava. Ein umbering frá einum statsleiðara er ein týdningarmikil útsøgn, sum kann grøða eina pínufulla fortíð, og leiða til eina bjartari framtíð.